Skrímslið kom beint eftir midnátt. Sum skrímsl plaga. Conor var vakin, tá ið tað kom. Hann hevði havt marruna. ja, ikki bara marruna. Ta marruna. Ta, sum hann hevði havt ofta í seinastuni. Ta við myrkrinum og vindinum og skríggjunum. Ta við hondunum, sum gliðu úr handartaki hansara, líka mikið hvussu hann royndi at halda.Mamma Conor hevur krabbamein og er ógvuliga sjúk, og Conor er bangin, bangin fyri at missa mammuna.