Uppgávubók til Rokning 1 c og d, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning. Uppgávubókin er skipað eftir evnum við somu kapitlum sum grundbøkurnar. Til hvønn kapittul í Grundbókini er altso ein samsvarandi kapittul við sama fakliga innihaldi í Uppgávubókini.