Sum skaldið sjálvur sigur, er yrkingin øðrvísi og drúgvari enn tær, hann fyrr hevur skrivað, og hon man, tá ið kvæðini eru frá, vera ein hin longsta, sum er upprunayrkt á føroyskum. "Tað orðið" er í mangar mátar ein programmyrking, har høvundurin sigur frá síni lívslongu leitan eftir tí rætta orðinum í tí røttu løtuni. Tað er ein rannsókn at finna akkurát "tað orðið", sum passar og er í samljóði við tað, sum lýsast skal.