Spennandi heiti? So skuldi tú bara hugt inn í bókina. Hon er sanniliga bæði spennadi og øðrvísi. Bókadeildin hevur roynt seg við onkrum spildurnýggjum. Einari bók við myndum, søgum, fakta og matuppskriftum beint úr føroysku náttúruni. Og uppskriftirnar eru á ongan hátt vanligar, sum heitið boðar frá. Bókin er bygd upp um seks føroyskar plantur, sum vaksa - ja, nærum sum ókrút. Hon er bygd upp um seks mánaðir hvør við sínari plantu. Notur í apríl. Várhágasóljur í mai. Summardáar í juni. Hvannir í juli. Smærur í august. Sýrur í september. Umframt alt hetta eru søgur fyri børn og uppskriftir upp á fræpulvur og urtasalt og mangt, mangt annað. Hetta er stutt sagt ein bók, sum kann skapa nógvar góðar løtur, har vaksin og børn hugna sær saman, gera mat, hugsa um náttúruna og læra eina rúgvu. Joan Sørinardóttir hevur skrivað, Solveig Hansen hevur teknað, og Tjóðhild Patursson hevur tikið myndir. Eftir hjá okkum er bara at siga: væl gagnist!