Harrin gav ikki kollutari kúgv horn, at hon skuldi ikki stanga, og betur er at elska dyggan hund enn illan træl, segði hann,–tey tíðindi ganga sum rótasúpan, at Jens hevur lovað at spreingja kong í luftina.Tey siga, at hann hevur keypt sær ein fullan kassa við dynamitt. Bikarið er fult, rópti Jónas, kongavitjanin er avlýst. Lat meg tosa við Jensin, segði Hanna Malena og fór. Hon fann hann niðri í neystinum.Hann sat friðarligur á einum geisla og riðaði eina skrubbunót.