Endamálið við hesum serliga Føroyakortinum er at hjálpa tær at staðfesta, hvørjar oyggjar og bygdir í landinum, tú hevur vitjað. So hvørt tú vitjar eina oyggj ella bygd, kanst tú skava hetta økið á kortinum, og eisini er eitt yvirlit við øllum oyggja- og bygdanøvnunum, har tú kanst frámerkja, hvar tú hevur verið.