Urtagarðsbókin er ein bók um føroyskar urtagarðar. Høvundarnir, sum eru serkøn á urtagarðarðs - og plantuøkinum, vitja urtagarðar og urtagarðseigararnir hava við urtgarðsarbeiðnum. Hvussu byrjaðu tey? Høvðu tey fakfólk? Hvat hevur riggað, og hvat hevur ikki riggað, tí nakrar plantur kunnu rigga í einum urtagarði, men ikki í einum øðrum. Tað veldst um støður sum hita og kulda, hvar urtagarðurin liggur - høgt ella lágt, slætt ella bratt? Spurningarnir eru nógvir, og teir spurningargar fært tú vónandi svarað her, bæði frá teimum mongu urtagarðsfólkunum, vit hava tosað við.