Í stuttum er
søgugongdin tann, at Tummas verður seldur sum brúkslutur frá einum eigara til
annan, og viðurskifti hansara líka so væl sum hjá øðrum svørtum eru treytað av,
hvør eigarin er.
Tummas er sannførdur trúgvandi maður og vil ikki gera ímóti
sannføring sínari, og tí má hann at enda lata lív vegna tað, at hann ikki vil
gera harra sínum eftir vild.