Tekstirnir eru bæði fúlir, viðkvæmir og fullir av innliti - ofta í eini og somu yrking. Einstakar yrkingar taka støði í gerandisupplivingum sum við kokkunum Brødrene Price og fara haðani niður í kenslunnar dýpdir. Fimmhundrað árið fyri reformatiónina verður hildið, og eg'ið fær vitjan av Luther og Melanchton, sum hann ikki altíð er so fegin um.