Tey vóru ikki mong, sum høvdu hoyrt um Geir Lippestad,
áðrenn hann 23. juli í 2011 tók á seg at vera verji hjá versta hópdrápsmanni í
søgu Noregs.
Fólk vóru ill og ørkymlað, tí hvør var maðurin, ið
troystaði sær at taka uppgávuna á seg at verja andstyggiliga drápsmannin, ið so
álvarsliga hevði sært norsku tjóðina?
Í hesari bókini hugleiðir Geir Lippestad um virðini, sum
hava stýrt hansara verjuarbeiði. Á botninum liggur eitt óvikandi álit á
mannvirði, fólkaræði og rættartrygd. Tað verður ikki vikið frá hesum
aðalreglum. Rættarsamfelagið má fevna um øll – har er einki undantak – eisini
tey, sum vilja knúsa tað.
Viðurskiftini við Anders Breivik vóru eyðvitað krevjandi
um somu leið, sum verjarnir lógu undir einum óvanliga ógvisligum trýsti frá
fjølmiðlum í Noregi og øllum heiminum.
Lippestad tosaði bæði við tíðindafólk og onnur áhugað
grundað á tað, hann nevnir virðisgrundað samskifti. Hetta var stig, sum var
honum natúrligt, og hann viðger tað til fulnar í bókini. Eitt mát fyri, hvussu
hetta eydnaðist, er, at maðurin
ársskiftið 2012-13 varð kosin „ársins navn“ í fleiri bløðum, sum koma út um alt
Noreg.