Njál Djurhuus hevur havt eitt serstakt lív, heilt frá byrjan sum eingilskmannabarn undir krígnum, og til nú hann 78 ára gamal framvegis er virkin í Frelsumarherinum at hjálpa teimum, sum eru verri fyri enn tey flestu.
Í bókini, ið hevur heitið ”Njál - ljós í skugga”, verður greitt frá hansara ætt og lív í Føroyum, inntil Petur Háberg skundaði undir hann at fara í evangeliskt virksemi. Hann fór 20 ára gamal til Noregs saman við konuni, Ernu, sum eisini eigur sín stóra part av teirra avriki, stendur í tíðindaskrivi um bókina.
Lívsuppgávan gjørdist at hjálpa teimum, sum eru komin illa fyri í lívinum, serliga av rúsandi evnum, og at fáa tey uppundan aftur. Her eru nógvar áhugaverdar og spennandi frásagnir, hvussu tað ber til at fáa fólk aftur á beint. Eitt er fótbóltur, og ein partur av bókini kallast ”Fótbóltur ger undurverk”.
Í sínum virksemi komu hjúnini bæði í samband við ”høg og lág”. Men Njál hevur tann framúr eginleika, at fyri hann eru øll líka verd, um tað er kongur ella tann, sum býr á gøtuni. Tey bæði fingu eisini hægstu viðurkenning. Eisini vóru tey fyrstu hjún sum í Noregi fingu ”kongsins gull”.
Tískil hava tey eisini verið framúr góð umboð fyri Føroyar úti í heimi.
Høvuðsboðskapurin í bókini er, at øll kunnu vera ”ljós í skugga” og kunnu gera sítt til at hjálpa øðrum. Men Njál hevur tann eginleika, at hann dugur at eggja øðrum til tað sama. Tað er eisini hetta, sum verður lýst i bókini.
Tað er Óli Jacobsen, ið hevur skrivað bókina. Bókin er 215 blaðsíður, og forlagið Tjørnustova gevur út.