Einaferð vóru tað tríggir geitarbukkar, sum allir itu Brúsi.
Teir skuldu suðureftir at ferðast.
– Eru trøll í heitu londunum? spurdi Lítlibrúsi.
– Nei, segði Miðlingabrúsi.
– Bara í Føroyum og kanska í Noregi.
– PASSAR tað? spurdi Lítlibrúsi.
– Ja, segði Miðlingabrúsi.
Men Lítlibrúsi tók vatnpistólina við sær, bara fyri at kenna seg tryggan. Tú kanst aldrin vita …