Føroyingur við ongum flaggi
(E-bók)
Høgni av
Heiði skrivaði ímóti kristindómi í eina fjórðingsøld. Í 1994 kom bókin Prestar og Profetar út við 18 av teimum
fyrru greinunum, og nú kemur so henda bók við ikki færri enn 28 útvaldum
greinum frá teimum seinnu árunum. Og tær fevna víða: Um religiøs upplivilsi,
sum í dag kunnu greiðast av nervafrøðini. Um tey nógvu lokabrøgdini hjá teimum kristnu
kraftagerðarmonnunum nú á døgum. Um hvussu gudrøkisskapur tekur lívið av nógvum
børnum í dag. Um ta skilaleysu bønina. Um ósannindi og skeivleikar í Bíbliuni. Um
hvussu tey kristnu alla tíðina gera ímóti síni læru. Um grundirnar, ið elva til
góðan sið í samfelagnum. Um hvussu skilið var, tá ið føroyingar livdu undir
Guds lóg. Um indoktrineringina í fólkaskúlanum og um tær falskaðu skúlabøkurnar
í kristindómskunnleika. Um føroyskar trúboðarar, sum forsvara fólkatýningar og eggja
til dráp. Og mangt annað.