Burtur úr leitanini kom henda sjaldama bókin, sum tvinnar eygleiðingar
og minni og hugleiðingar saman í sjaldsaman og hugtakandi skaldskap.
Við borðið stendur ungur maður og syngur með hesum sama
forna lagi; hann ruggar yvir háls og herðar, bulurin gongur kykur í hljóðfalli
við orðini. Tað er, sum siti hann vaggandi uppi á úlvaldabaki á ferð yvir
oyðisandar. Mestur er hann ein av hesum Jemengyðingum, sum í mong árhundrað
hava livað av at flyta fólk á úlvaldabaki um oyðimørkina. Guðsdyrkan teirra og
heila lív hevur fingið dám av einmani og fábroytni oyðimarkarinnar. Soleiðis
sita teir enn og rugga og vagga á júdasamkundarhúsum og hava varðveitt margar
fyrndargamlar máliskur og átrúnaðarsiðir. Undirdjúpt og óendaliga fjart er
eygnabragd henda unga manns; av sjáldsomu hábrøgdum hans og bladrandi
bønartulum berst mær fyrir sjónir hin gamla Ísraelslitiska guðsdírkanin.