Torak er, í staðin fyri at verða jagstraðu sum útskot, nú sjálvur jagstrari, tí hann hevur tikið á seg at hevna ein av bestu vinmonnum sínum. Píndur av skuldarkenslu og sorg fylgir hann slóðini eftir drápsmanninum inn í Døkkaskóg, har Heimsandin gongur í dølunum sum ein maður við krúnhjartarhornum á høvdinum. Men onkur rotinskapur er farin at gera um seg í skóginum, tí at ættirnar eru falnar fyri lygnunum hjá Sálarátarunum, og Torak finnur endiliga útav, hví hann er Andafjakkari ...