Higartil eru tíggju bøkur komnar út í røðini um detektivarnar Lassa og Maiu. Nýggjasta er bókin Gullgátan, har heitið sjálvandi hevur gullbókstavir. Søgan fer fram í lítla býnum Válavík, har 250 kilo av reinum gulli skulu goymast í bankanum. "Tað man fara at ganga," sigur løgregluovastin, sum roynir at ugga tann fjáltrustungna bankastjóran, men morgunin eftir er gullið horvið! Tað einasta, sum er eftir í bankaboksini, eru tveir tómir kassar og eitt bræv - har tað stendur, at starvsfólkini eru tikin sum gíslar ... og enn einaferð noyðast tey bæði, Lassi og Maia, at traðka til og hjálpa løgregluovastanum at loysa gátuna. Ein spennandi og lættlisin detektivsøga við nógvum, stuttligum myndum, sum Helena Willis hevur teknað. Martin Widmark hevur skrivað, og Sámal Kristian Soll hevur týtt. Bókin er innbundin og er 94 bls.