Jørgen-Frantz setti sær fyri at siga eina søgu um sínar djúpastu kenslur. Søgan skuldi verða bæði lovsongur og harmaljóð á tí mótið, har neistar bresta ímillum lív og deyða. Tað mótið bygdi hann upp í fleiri fláum: einum søguligum botni, einum evni úr eini søgn og sjálvævisøguligum tilfari um kærleika til gentu, hann ikki fekk. Søgn var um prestseinkjuna Beintu, ið dró menn til sín og beindi fyri teimum. Jørgen-Frantz málar nýggja mynd av henni við sterkum erotiskum strokum. Hon tølir alt og øll, men undir hesari tølan býr eingin óndskapur, bara ódarvað náttúra. Søguliga Beinta gerst í skaldsøguni kvinna, sum fyllir menn við ovurhuga, knýtir teir eirindaleyst til sín, heftir teir at sær sum rúsevni. Nýggi presturin kemur í hóslag við prestseinkjuna, og hon verður ein sterkari brandur á himlinum enn Várharra sjálvur. Hetta elvir trega og ástarrús um somu leið. Hesa sálarkvøl verða vit sogin inní í skaldsøguni. Hetta er pínan og rúsurin, lesarin sleingist ímillum.