'Bókin um teg' er ætlað foreldrum og avvarðandi at skriva alt um teg. Her ber til at savna stuttligar og minniligar hendingar og smá gullkorn frá fyrstu árunum. Upplýsingar um mangt og hvat - nær, hvar og hvussu - sum annars er so lætt og skjótt at gloyma. Her er pláss at skriva niður ymiskt um barnið, frá føðingini til fyrstu fetini, frá yndissøguni til fyrstu skúladagarnar.
Hvør var løgmaður? Hvat kostaði ein litur av mjólk? Hvørjum eiti eg eftir? Hvørji vóru hjástødd undir føðingini? Nær grulvaði eg fyrstu ferð? og mangt annað.
Í bókini er gótt pláss at seta myndir inn. Har er eisini ein lítil lummi til fyrsta hárlokkin og ein fitt talva til veggin, so barnið kan mátast.
Henda bókin er ein dýrgripur, tú fert at fegnast um alt lívið.
Ann-Mari Egholm hevur sniðgivið bókina.