Daniella Andreasen debuteraði í 2011 við savninum Dilemma.
Hon hevur síðani lisið upp nógv støð og hevur nú skrivað yrkingasavnið Fragmentir, sum bert kemur at finnast sum e-bók.
Daniella hevur sína egnu sermerktu rødd sum yrkjari. Tað er lætt at vita, at ein tekstur er skrivaður av henni. Savnið er um eina yngri einliga mammu sum berjist við alkoholtrupulleikar, við kærleikanum og við lívið sum heild. Savnið er bersøgið og gevir eitt innlit inn í ein heim, ið vit annars ikki síggja í miðlunum og innan bókmentir ella á Instagram sum t.d. her:
Gentan
Avdottin mamma í dupultsongini
Hálvfullar dósaøl við sigarettstubbum í. Gløs full av einum greyti av víni og tubbakki.
Berføtt, nývaknað og fimm ára gomul, traðkar hon upp um skógvar, jakkar og glaspettir í gongini. Fer inn í stovuna.
Gníggjar sær um annað eygað. Suttar upp á suttana nakrar ferðir.
Steðgar mitt á stovugólvinum.
Ein fremmandur maður liggur og snorkar hart í sofuni. Hann er í brúnum leðurjakka, hvítari t-shirt og myrkabláum kovboybuksum. Hann hevur spýð. Evjan liggur í einum lítlum hyli á sofuni við síðuna av andlitinum hjá honum. Er runnin niður eftir síðuni á sofuni, endað sum ein størri hylur á gólvinum.
Stinkar. Súrt. Av gomlum øl og sodnaðari pitsa.
Á sofaborðinum millum skitnar tallerkar, eingangsgløs, rokað økubikør, kaffikoppar og vínfløskur, stendur eitt blokkljós, sum ongin hevur hugsað um at sløkkja.
Ein djúp brumman í teimum stóru hátalarunum, sum mamman keypti fyri nógvar pengar, vitnar um styrkina á tónleikinum, sum bleiv spældur alla náttina.
Tað er fyrrapartur.
---
So er dagurin farin í gongd og savnið Fragmentir er júst ein slíkur fragmenteraður heimur av avbjóðingum, men nú er tað endeliga útkomið.
Hesin høvundin er ikki bangin fyri at taka munnin fullan. Hon er sín egin og heldur ikki ein sum tekur móti ráðum, heldur ikki frá forlaginum, so innihaldið er enda við at vera hennara egna ábyrgd. Soleiðis vil hon hava tað og soleiðis hevur hon tað best.