Vernd av persónsupplýsingum
Hesin tekstur greiðir frá, hvussu tínar persónsupplýsingar verða savnaðar, nýttar og deildar, tá ið tú vitjar ella gert eitt keyp á heimasíðuni www.ritograk.fo.
Persónsupplýsingar, ið vit savna
Tá ið tú gjøgnumførir eitt keyp á heimasíðuni, verður tú biðin um at lata upplýsingar so sum navn, bústað, gjaldupplýsingar (herundir títt gjaldskortnummar), telefonnummar og teldupost.
Tíni rættindi
Um tú býrt í Evropa, hevur tú rætt til at biðja um atgongd til tær persónsupplýsingar, vit hava um teg. Tú kanst eisini biðja um at fáa hesar upplýsingar rættaðar, dagførdar ella strikaðar. Um tú vilt nýta hesi rættindi, set teg so í samband við okkum við at brúka upplýsingarnar, ið eru niðast á síðuni.
Varðveitsla av upplýsingum
Tá ið tú gjøgnumførir eina bílegging á okkara heimasíðu, varðveita vit tína bíleggingarupplýsingar, uttan so at tú beinleiðis biður um at fáa tær strikaðar.
Cookies
Vit brúka session cookies fyri at varðveita tína sessión, og fyri at betra um tína brúkarauppliving á heimasíðuni. Hesar cookies eru neyðugar fyri, at heimasíðan kann virka.
Broytingar
Vinaliga ger vart við, at hetta skjalið kann dagførast, so tað endurspeglar broytingar í okkara mannagongdum, rakstri, løgfrøðiligum krøvum ella øðrum viðurskiftum.
Set teg í samband við okkum
Um tú hevur spurningar, ynskir meira upplýsingar ella vil klaga um, hvussu vit handfara tínar persónsupplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum við telduposti á [email protected] ella skriva til okkum á hesa adressu:
Rit&Rák
Tinghúsvegur 60
100 Tórshavn
Føroyar