Eins og undanfarin ár, kom ein rúgva av føroyskum bókum út í 2023 til allar aldursbólkar: børn, ung og vaksin. Og aftur í ár kunnu vit staðfesta, at føroyingar keypa og lesa føroyskt.
Um hugt verður eftir mest seldu føroysku bókunum til vaksin, sær metsølulistin fyri 2023 soleiðis út:
1. Hvíldarheimið
2. Sára Malena
3. Lygn
4. Kampen om ytringsfriheden
5. Søtt og salt
6. Reyn, kæra Reyn
7. Petur Mohr Dam
8. Góðaráð
9. Robert
10. Føroysk klæðir
Mest selda bók síðsta ár var krimibókin Hvíldarheimið, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Bókin er um Hannis Martinsson, sum fleiri føroyingar eru komnir at kenna gjøgnum bøkurnar hjá Jógvani ella sjónvarpsrøðina TROM.
Næsta bók á listanum er nýggja bókin hjá Sólrúni Michelsen, sum hevur skrivað skaldsøgu um Sáru Malenu. Sára Malena var løgd undir at duga gand, og var tí happað og útihýst úr samfelagnum.
Triðja bókin á listanum, Lygn, líka sum bókin hjá Jógvani ein krimibók. Eyðun Klakstein hevur skrivað bókina.
Ein donsk bók er komin á føroyska listan í ár, og tað er Kampen om ytringsfriheden. Sjálvt um bókin er donsk, so er rithøvundurin, Heini í Skorini, føroyingur.
Annars er listin fyri 2023 væl blandaður við skaldsøgum, ævisøgum, siðsøgu og kókibókum.
Um hugt verður eftir mest seldu føroysku barnabókunum, sær listin soleiðis út:
1. Skúlabyrjan
2. Fantus – fílur og maskinurnar
3. Míni fyrstu orð
4. Bókin um teg
5. Karius og Baktus
6. Mumi – fyrstu 100 orðini
7. Dinosauravinir – skattaveiðan
8. Nissu Njál flytur inn
9. Søgur til dreingir sum tora at vera øðrvísi
10. Djór á bóndagarðinum
Ovast á listanum er Skúlabyrjan, sum eru heftir serliga ætlað børnum sum eru fimm og eldri. Við hesum heftum lærir barnið millum annað heilt grundleggjandi støddfrøði og at skriva tøl og bókstavir. Annars er listin væl blandaður við nýggjum bókum (Nissu Njál flytur inn, Skattaveiðan og Dreingir sum tora at vera øðrvísi) og eldri bókum (Skúlabyrjan, Bókin um teg og Karius og Baktus).
(Trýst á myndina fyri at síggja allan listan)