Sleipnir
hin rádni er spennandi og nútíðarlig skaldsøga um fimm teir seinastu dagarnar í
lívi Snorra Sturlusonar. Hann gongur og bíðar eftir Margretu, sínum stóra
kærleika, sum er honum ein avbjóðing í øllum lutum. Hann er nívdur av ótta fyri
soninum sum hann stúrir fyri fer at hevna seg.
Skaldið roynir at skriva
eina søgu um sítt egna lív, har hann ætlar at mæla ímóti andstøðingum sínum í
Noregi og í Íslandi. Hann fer at verja seg fyri leysasøgunum um, at hann er
óður eftir valdi og svikafullur konufólkarevur.
Um Snorra Sturluson:
Tann 22. september í 1241 varð høvdingurin Snorri Sturluson
dripin á garðinum Reykholti, har hann búði tey seinastu árini á ævi sínari.
Hann var í samtíð sínari víða gitin sum stórskald og søgufrøðingur, men eisini
sum ein ógvuliga kvennhallur maður, ið hevði politiskt vald, og sat í góðum veldum.
Les brot úr bókini: