Villini súgdjór í Útnorðri
(Bók)
Dorete Bloch, Edward Fuglø
Myndatekstur: Jenny Lydersen
Bókin er á høgum fakligum støði, har tilfarið er grundað á viðurkend granskingarúrslit, ið eru fingin til vega í altjóða høpi og í Føroyum. Bókin hevur fastan bygnað, so at tað er lætt at finna upplýsingar, leita og samanbera í tekstunum. Djórini verða lýst hvørt eftir annað, sum tey verða flokkað djórafrøðiliga.
Tær frálíku myndirnar hjá Edwardi Fuglø gera bókina til eitt stórt listarverk, alla sum hon er. Fyri Villini súgdjór í Útnorðri fekk Dorete Bloch mentanarvirðisløn M.A.Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1999.