Henda bókin, ið nú kemur, er tann seinasta av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtlsu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Í handilsskúlanum er hon ætlað til lærugreinina virkisbúskapur í Hægri handilsútbúgving. Bókin er grundbók. Innihaldið er í høvuðsheitum: virkið sum heildarskipan, tilgongdir (prosessir), bygnaður, virkismentan og leiðsla. Umframt til undirvísingina í skúlunum er bókin eisini ætlað til sjálvlestur hjá teimum, sum hava áhuga fyri tí partinum av virkisbúkapi, sum snýr seg um fyriskipan. Hinar tríggjar bøkurnar í røðini eru "Bókhald og ársroknskapur", "Virkið" og "Kostnaðarlæra".