Lumpar tú pápa tín, Álvur?
(Bók)
Gunilla Bergström
er onnur bókin í upprunaligu røðini av heimsgitnu bókunum um Álv Ákason, sum Gunilla Bergström hevur teknað og skrivað. Álvur er fimm ár, og hann hevur góðan hug at sleppa at spæla við amboðskassan hjá pápanum: "Kann eg læna amboðskassan?" spyr Álvur. "Mmm," sigur pápi, "men ansa eftir sagini."
Tá ið pápar vilja hava frið, leggja teir ikki so nógv í, hvat ið tú gert. Henda dagin er so vorðið. Álvur fer eftir amboðskassanum hjá pápa. Men hvat skal hann byggja? Og hvussu skal hann fáa pápan at spæla við sær eina løtu, heldur enn at sita og bína í eitt blað?