Í fyrstu bókini má Dina bjarga bæði mammu sínari og einum fúrstasoni, sum er ákærdur fyri nøkur ógvuslig morð, sum hann er ósekur í. Hetta er als ikki nøkur løtt uppgáva, tá ið mótstøðumaðurin er Drakan og andstyggiligu drekar hansara.
Í Skammaratekninum noyðast Dina og beiggin Davin at halda á í stríðnum, hvør á sín serliga hátt. Davin við svørði og Dina við sínum serligu skammaraevnum, hon hevur arvað eftir mammu sína.
Hesi skammaraevnini: at síggja inn í samvitskuna á fólki, bert við at hyggja inn í eygu teirra, ger lívið sera trupult og møtumikið hjá Dinu.