Í røðini um tann ógvuliga ljóta hundin Samson og hin listinlærda og svanga fressin Roberto er nú onnur bókin komin. Tey, ið kenna hesar báðar, vita at teir, í fyrru bókini Arvurin eftir Rin-Tin-Tei farbróður, fluttu á pensjonatið Sjóvargarð, sum teir arvaðu.
Í hesum partinum verða høvdini løgd í blot, tí teir skulu finna út av, hvussu ein 14 kilo tungur toskur kann búgva á pensjonati. Men tann trupulleiki er ikki til, sum allahanda-oturin Oda ikki kann loysa. Frøkun Krilluberg er framvegis hjá teimum, og hon er framvegis líka gronut, og tað er heldur ikki sørt, at Greta verður forelskað, tí hvør megnar at standa ímóti einum yrkjandi skota?