Lotsa de casha
(Bók)
Madonna, Anna Maria R. Jensen
Lotsa de Casha er fimta av fimm barnabókum eftir Madonnu.
Hóast tú ert tann ríkasti í øllum heiminum, er eingin trygd fyri eydnu. Lotsa de Casha er handilsmaður og ríkasti – men eisini eydnuleysasti – maður í heiminum. Hvat er loyndarmálið aftanfyri eydnu? Madonna hevur eisini hesa ferð valt ein úrmæling at prýða bókina. Tað er portugisin Rui Paes, sum í dag býr og arbeiðir í London. Hann er kendur um allan heim fyri sínar málningar.