Froskaslottið
(Bók)
Jostein Gaarder
Froskaslottið er søgan um Kristoffur og Hansara ævintýrligu upplivingar í landinum handan luftina. Tveir heimar møtast, og tað skapar eitt sermerkt huglag - við reyðum liggistólum, hoppandi risafroskum, listilærdum marskálkum, syskinabørnunum úr Telemark, vættrum og salmandrum. Her er bæði gaman og undran og ikki minst eitt spennandi spæl við orðum og orðafellum. Og tú fært innlit í sorg og sakn á ein klókan og lívgandi hátt.