Bókin, Um gentur og tunnuflakar og ein ommuprikkutan kjóla, er um eina gentu, sum bæði er fín og røsk, tí tað ber væl til, hóast mamman heldur vildi havt hana at ansa eitt sindur meira eftir tí nýggja ommuprikkuta kjólanum. Guðrun hevur verið og siglt við tunnuflaka og tað heldur hon vera øgiliga spennandi. Hon skilir als ikki, at gentur ikki kunnu dálka seg líka væl sum dreingir. Hendan lýsandi gula myndabókin er triðja í røðini um gentuna Guðruna. Bárður Oskarsson hevur myndprýtt hana.