Nú er vetur, og Úlvur, elskaði flokksbróðurin hjá Toraki, er burturfluttur av einum ókendum fígginda. Í vónleysari roynd at bjarga honum noyast Torak og Renn at leita norður í kørgu oyðulondini. Meðan tey stríðast fyri lívinum í ýlandi stormun og undir støðugu hóttanini frá tí stóru hvítabjørnini, kemur teirra vinarlag í vanda, og Torak noyðist at koma sínum fíggindum nærri enn nakrantíð áður.