Rói og Sanna
(Bók)
Jørn Jensen
Rói og Sanna. Rói og Sanna gera bløð. Sanna ger eitt um kettur. Rói ger eitt um bilar. Men so kemur pápi Sannu; hann ætlar sær at lesa avísina, sum hann plagar. Men so verður ikki ... Jørn Jensen hevur skrivað. Hann er føddur í Danmark í 1946, útbúgvin gullsmiður og lærari. Hann hevur skrivað hópin av bókum, serliga lættlesiligar bøkur og hevur fingið fleiri bókmentavirðislønir. Hildigunn Niclasen hevur týtt Róa og Sannu til føroyskt. Bókin er væl egnað sum framíhjálesnaður í 2. flokki.