Steffan Danielsen er í orsins rætta týdningi ein føroyskur málari og tað við øllum teim styrkjum og veikleikum hetta hevur við sær. Eitt er, at myndir Nólsoyarmálarans raka tað serliga gráa í føroyska landslagnum og veðurlagnum so neyvt og ektað sum eingin annar megnar at lýsa tað. Men harumframt tykjast myndir Steffan Danielsens merktar av einari ótilgjørdari eyðmýkt, sum er so egin og at síggja til upprunalig, at hon sýnist púra fyriuttan ta siðmentan, sum í øldir er dyrkað í konservatorium og universitetum á meginlandinum. Hesar myndir prógva, hvussu ósteðgandi og ótamd tann ráa skapanarmegin í roynd og veru er.