Um næstseinasta aldarskifti var í Congo eitt satt raðustýri undir leiðslu av belgiska konginum Leopold II. Ì 1903 varð gjørd ein bresk kanning av viðurskiftunum. Hon førdi í 1904 til eina fólkarørslu, sum í 1908 noyddi Leopold kong at lata Congo frá sær sum sína persónligu ogn. Hetta er tann dramatiska søgan um havnarmannin Daniel Jacob Danielsen, Dollin, sum var í fremstu røð í hesi tilgongd, sum av røttum kann sigast at hava broytt heimssøguna. Bókin er eisini um hansara virki sum trúboðari í Føroyum 1904-1916.