Edward Fuglø
(Bók)
Eva Furseth
Verðin í eini fliguskel
Listasavnið gevur út bókina Edward Fuglø – Verðin í eini fliðuskel, skrivað av Evu Furseth listfrøðingi. Millum annað skrivar hon: “Mínar myndir eru illustratiónir”, sigur Edward, ið málar fegin stórt og realistiskt við klárum, reinum litum, har løtan er avgerandi. Edward sigur hetta í listasøguligum samanhangi og byggir á ymsar siðvenjur innan surrealismu, popplist, realismu, nýrealismu, superrealismu o.s.fr., har júst tað ítøkiliga listaverkið gerst umráðandi. Samstundis er hesin wauw-liðurin bara fyrsta stig í arbeiðinum; beint undir teimum næstan ósjónligu pensilstrokunum hóma vit røturnar, sum greina seg djúpt inn undir løriftsflatan og leiða okkum til heilt aðrar og óvæntaðar niðurstøður enn tær, vit í fyrstani hildu, myndin snúði seg um.