John Steinbeck lýsir í hesari skaldsøgu meksikanskar sonevndar „paisanos“
– bóndaflókar –, sum als ikki liva av landbúnaði. Teir liva frá hondini í
munnin. Gera ikki Dáva nyttu um dagarnar, taka sær av løttum í sólini, eta tað,
ið rekst fyri kjaftin og drekka alt, teir fáa hendur á.
John Steinbeck livdi leingi saman við hesum lívsnjótarum, og lýsingin av
teirra gerandisdegi ber dám av tokka til hesi fólk og hetta lív.
Í roynd og veru er skaldsøgan ógviliga tíðarbær, tí alt í okkara tíð
tykist snúgva seg um at røkka hægri málum og stremba eftir meiri, og bókin
setur spurningin: Hvør hevur rættin at siga, hvat ið rætta lívið er?
Tey, ið oftast verða sædd niðurá, tí tey ikki liva so „normalt,“ fáa
mangan meira gleði burtur úr lívinum enn tey, ið ikki slíta hálvan aldur av
berari peningagirnd.
Boðskapurin er, at eydnan kann saktans húsast í tí at hava samhuga við
øðrum og at vera sjálvráddur, at ansa løtuni nú og gera tað, tú heldur vera
rættast – sama hvat „hini“ og tann stóra fjøldin halda.