Føroyingar í kríggi
(Bók)
Georg L. Petersen
- ein frásøgn av hermótinum í Afghanistan
Tað verður ofta sagt, at ”føroyingar finnur tú allastaðni”. Og rætt er tað, at føroyingar eru spjaddir út um allan jarðarknøttin. Eisini í ófriðarliga Afghanistan, sum hevur so lítið til felags við Føroyar, finnast føroyingar.
Eins og flestu aðrir føroyingar hevði journalisturin Georg L. Petersen bert hoyrt um og sæð Afghanistan í fjølmiðlunum. Men hann hevði eisini hoyrt um føroyingar, sum vóru í kríggi í hesum fjarskotna landinum.
Í januar 2010 birtist hugskotið um at fara til Afghanistan sum journalistur at lýsa kríggið við føroyskum eygum. Og í oktober sama árið settu Georg L. Petersen av Dimmalætting og Herluf Sørensen úr Kringvarpinum fyri fyrstu ferð fótin á afghanska jørð.
”Føroyingar í kríggi” lýsir tilveruna hjá føroyska hermanninum John Fornagarð í Afghanistan – hvat fekk hann at fara, hvat hann hugsar um, og ikki minst hvat hann hevur upplivað.
Bókin lýsir eisini viðurskiftini í einum landi, sum seinastu mongu árini hevur verið herjað av kríggi og ófriði, og sum í dag er eitt av heimsins mest tilafturskomnu londum. Í bókini verður tosað við valdshavarar í Afghanistan eins væl og við kvinnur, sum stríðast fyri teirra rættindum – rættindi, sum í okkara parti av heiminum tykjast sjálvsøgd, men sum í Afghanistan kunnu vera beinleiðis lívsvandamikil at krevja.