Antropologurin, Alisa, fer til Kolumbia at granska kynsímyndir í tí stak mansliga tarvafektaraumhvørvinum. Ein dagin sær hon eitt møguligt morð, sum hon sían saman við tarvafektaranum, Javier Cortés, roynir at avdúka. Áðrenn tey vita av, enda tey langt inni í frumskóginum í hóslag við bæði indianarar, paramiliter herlið og kommunistiska uppreistarherin, FARC. Einki er tó, sum tað sær út, og okkurt myrkt og dult úr fortíðini hjá Javier fylgir teimum allastaðni, so alt gerst enn meira óskiljandi og vandamikið, a tey royna at fáa skil á, hvønn leiklut, tey ymisku fólkini rundan um tey veruliga hava - hvat dylja tey yvir - tann undirfagra dansarinnan, Belén, sjónska omman, Clara, Tann navnframi kommandanturin og fanatiski tarvafektarin, Ignacio Sampedro?