Sálmarnir eru ein týðandi táttur í gudstænastuni, og í drúgva tíð hevur verið hildið, at vit hava ov fáar sálmar í Sálmabók Føroya Kirkju. Fyri árum síðani tóku prestarnir í Eysturoynni stig til at økja um úrvalið av sálmum. Táverandi biskupur, Hans J. Joensen, setti eina nevnd til tess at savna og skipa sálmar í eitt uppískoyti til verandi sálmabók. Nevndin var mannað við Meinhardi Bjartalíð, Jákupi Reinert Hansen, Oddvør Johansen, Oliviu Hansen og Edvardi í Skorðini Joensen. Í formælinum verður sagt, at sálmabókaruppískoytið er eitt ávegis verk. Talan er sostatt ikki um eina nýggja sálmabók, men eitt íkast frá okkara egnu tíð og ábending um, hvussu sálmasangurin kann verða endurnýggjaður.