Pippi fer at keypa
(Bók)
Turið Sigurðardóttir, Astrid Lindgren
Fyri fyrstu ferð kemur søgan um tá ið Pippi fór til handils út sum myndabók. Hon hevur áður staðið í bókini Pippi fer um borð, sum kom út á føroyskum í 1995, men nú tjúgu ár seinni kemur hon sum myndabók. Ingrid Nyman eigur tekningarnar.
Øll, sum kenna Pippi, vita, at tá ið hon fer í holt við nakað, so fer tað ikki friðarliga fram. Soleiðis er eisini við handilstúrinum. Har hendir mangt og hvat stuttligt.