So langt aftur, sum eg kann minnast, havi eg hoyrt fólk siga, at tíðin undir bretsku hersetingini 1940-45 elvdi til so stórar broytingar í Vágum, at tað var torført at siga frá teimum.Tí fekk eg hug at kanna, hvussu viðurskiftini vóru í Vágum fyri hersetingina,hvussu hon ávirkaði samfeløgini, og hvørjar broytingar hon hevði elvt til eftir krígslok.Tíðarskeiðið, sum verður viðgjørt, er sostatt í høvuðsheitum frá umleið 1930 til 1960.