Ljóstornini í gamla missiónshúsinum stóðu á varðhaldi, meðan tóma skipasmiðjan, har hvøllu ljóðini frá amboltinum, ið sungu sum glintandi hógvar á stáli, og hvæsandi neistarnir frá sveisingartólunum vóru ljóðmyndin til barndómin og ungdómin, tigandi eygleiddi deyðsdráttin hjá grannvónini við krossins merki á hvørjum fingri móti ýlandi, heitu ódnini, sum við spískum tonnum sveipaði flensandi gjøgnum bygdargøturnar. Tey sóu hann øll doyggja standandi.
'Sunnudagsland' er føroyska uppskotið til Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2017.