At eingin tykkara nakrantíð hevur biðið meg sagt mína søgu hevur verið og er mær framvegis ein stór sorg?…
Tað er Bergljót, elsta dóttirin í familjuni, sum orðar seg soleiðis í teldubrævi til systrarnar, eftir eitt harðligt kjak um arvaforskot. Kjarnin í arvauppgerðini er, hvussu tvey summarhús á oynni Hvaler verða býtt teirra millum. Hesi bæði húsini hava verið týðandi partur í teirra uppvøkstri øll árini.Tvær døtur hava tikið sær av foreldrunum og summarhúsunum í mong ár. Tær skulu arva. Men tvey onnur børn eru, og tey hava kvett sambandið við familjuna.