Skaldsøgan sigur eina søgu um ein drong, sum er um at gerast ungur maður, ímeðan ein annar ungur maður fánar burtur. Tað snýr seg um at taka teir møguleikarnar, sum lívið hevur at bjóða – og um at ein dag eru ikki fleiri møguleikar eftir. Skaldsøgan er poetisk og viðger djúp og álvarsom evni sum deyða og sorg, men hon hevur samstundis eina fangandi hendingagongd og livandi samrøður. Søgan lýsir, hvussu sorg og forelskilsi kunnu kennast hjá einum ungum menniskja í dag.