Mariam, 17 ár, býr í Aleppo. Foreldrini eru ikki til longur. Nú hevur sjúki beiggin, Luka, brúk fyri læknahjálp. Mariam ger av at flýggja úr Sýria til Turkalands og haðani víðari til verðins besta land. Tá ið eg súkkli heim, undrist eg á, um hetta man vera besti dagur í lívinum. Onkran dag mugu vit rokna sum besta dag í lívinum. Um nú okkurt ringt skuldi hent okkum, so mugu vit hava tann dagin inni í okkum. Eg havi fyri fyrstu ferð kallað Nizar "habibi". Góði. Tað er hendan dagin."