Fyrsta yrkingasavnið hjá Høgna Mohr umboðar tankastreym sum háttalag. Evnisliga snúgva yrkingarnar seg um deyðssyndir.
Høvundurin setur høvd og hala á syndir og syndarar.
Hann lítur aftureftir og setur afturhvarvið saman við afturgongdini fyri framman. Sjálvt Jesus tykist vera við upp á tvørsøgnina. Hetta skrivar høvundurin á síni facebook-síðu.
Við humorði, speii og rættvísiskenslu røkir rithøvundurin kall sítt at pilka autoritetarnar niður. Onki skott er millum skald og evni.
Høvundurin er treystur og eirindaleysur og tó veikur, eymur og alskin. Hann er ein djarvur og neyðugur viðmerkjari í dagsins samfelag.
Soleiðis verður yrkingasavnið "mær dámar ikki Høgna hoydal" lýst á facebook síðuni hjá Høgna Mohr.