Ein sera fitt pappbók til tey minstu.
Findus vil sleppa at byggja kassabilin lidnan, men Pettson má hjálpa til.
Men Pettson liggur og svevur, so Findus má royna at fáa hann upp.
Endiliga kemur Pettson úr songini, og teir fara undir at byggja, ella tað vil siga: Pettson byggir. og Findus gongur til handa ...
Sven Nordqvist hevur skrivað og teknað.
Bókin er full av smálutum, umframt klaffum og hjólum at mala, so røringur verður í.
Niels Jákup Thomsen hevur týtt.