Hetta framúr vakra og innihaldsríka bókaverk í tveimum bindum er 800 síður. Bøkurnar lýsa sera hendingaríka lívssøgu hjá einum bygdardreingi, sum tá bert 14 ára gamal fór heiman, og til hann nú, lívssól hansara stavar í vestri, hevur litið aftur á minnisríku lívsævi sína og fest tað á blað í einum løttum og livandi málbúna. Eyðvitað eiga bestu manndómsár hansara sum lærari vesturi í Vágum og tað eina árið í Mykinesi sítt sjálvsagda pláss í bókunum.