Sum prestur og sálarrøktari hevði ritvhøvundurin, George Johnsen, nógvar royndir og upplivingar úr gerandisdegnum hjá fólki.
Hesi ymsu lívskor - sum vit ivaleyst eisini kenna nakað til - eru dømu, sum hann knýtir í andaktirnar til tess at lýsa og seta dagsins orð í rætta perspektivið.
Hesum er hann meistari í.
Hetta letur á ein einfaldan og greiðan hátt upp Guds orðið fyri lesaranum, so hann fær nakað burturúr og fær svar uppá spurningar - bæði bíbilskar og persónligar.