Boðskapurin í trænum er um tey tíggju relieffini úr viði við myndevnum úr lívi Jesusar, sum listamaðurin Edward Fuglø (1965) evnaði til Christianskirkjuna í Klaksvík í 2012-13.
Relieffini eru um somu leið einføld og rík, siðbundin og nútíðarlig, bíbliusøgulig og bygdarsøgulig og eru dømi um fólksliga list, tá ið hon er best.
Saman við nógvu bæriligu myndunum lýsir teksturin søgurnar í relieffunum og tann týdning, tær hava. Eisini verður greitt frá, hvussu relieffini vórðu gjørd, teirra tilknýti til listina hjá Edwardi annars og tann kristna myndaheim, sum hevur givið honum íblástur.